Jóan Símun tilboð úr Íslandi

Jóan Símun Edmundsson hevur fingið tilboð úr feløgum í norðurlondum

Í samrøðu við íslendska fotbolti.net sigur Jóan Símun Edmundsson, at hann hevur fingið tilboð úr norðurlondum og eitt áhugavert tilboð úr Íslandi. Hann sigur tó, at hann sum støðan sær út í løtuni, so spælir hann helst ikki í Íslandi komandi kappingarár.

 

Les eisini: Fleiri ivasamir í HB

 

- Eg havi fingið eitt tilboð úr Íslandi, sum eg ætlir mær at hyggja nærri at. Eg havi eisini fingið tilboð frá feløgum í norðurlondum og sum støðan sær út í dag, so er tað ikki sannlíkt, at eg spæli í Íslandi komandi kappingarár, men tað kann broytast, sigur føroyski landsliðsframherjin við íslendska fotbolti.net.

 

Les eisini: Ársins málverji í bíðistøðu

 

Jóan Símun sigur víðari, at hann ætlar sær uttanlands at spæla, men at hann má hugsa um skúlan og talan má verða um eitt gott tilboð. At enda leggur landsliðsspælarin afturat, at hann væntar at finna sær eitt nýtt felag áðrenn jól.

 

Les eisini: Ari ikki til HB á hesum sinni

 

Sostatt bendir nógv á, at HB verður uttan Jóan Símun til komandi kappingarár.