Jóan Símun tekur onga avgerð enn

Jóan Símun Edmundsson er sáttmála leysur og hevur ongan skund at taka eina avgerð

Jóan Símun Edmundsson verður eftir øllum at døma fremsti maður á landsliðnum, sum í kvøld skal spæla móti Grikkalandi í Athen. Jóan Símun er í løtuni sáttmálaleysur og umhugsar støðuna.

 

Til ber at hoyra samrøðuna við Jóan Símun Edmundsson við at trýsta á pílin undir myndini

 

Jóan Símun hevur í seinnu hálvu spælt við HB, men tað er ikki vist at hann heldur fram har. Hann hevur verið settur í samband við eitt nú Hobro í Danmark og KÍ.

 

Les eisini: (Ljóðsamrøða) Hanus Jacobsen hevði næstan mist landsliðsvónina

 

- Nú er tað so kortsíðani, at kappingin endaði, so eg veit ikki hvar eg endi. Tað er góð tíð enn, so taki tað róligt, sigur Jóan Símun Edmundsson at enda.

 

Toftamaðurin hevur havt eitt misjavnt kappingarár við AB og síðani HB. Seinastu tíðina hava vit tó sæð Jóan Símun spældi betri og betri. Hetta kom serliga til sjóndar í landsdystunum móti Norðurírlandi og Ungarn.

 

Les eisini: Viljormur á toppinum

 

- Tað hevur gingið betri og betri í seinastuni. Eg havi drigist við skaðar í alt ár, men ikki fyrr enn nú eri eg frískur og havi vant við fullari ferð í nakrar vikur, sigur framherjin.

 

Les eisini: Tá William Gallas bleiv svakur

 

Jóan Símun spælir landsdyst nummar 30 í kvøld.