Hákun Edmundsson spældi sunnudagin sín fyrsta dyst fyri B68, eftir at B68 hevur leiga hann frá NSÍ, har Hákun annars er sáttmálabundin.
Ein ósemja millum NSÍ og Hákun Edmundsson er orsøkin til at Hákun Edmundsson ikki ynskti at vera partur av hópinum hjá NSÍ í komandi kappingarárið.
Les eisini: NSÍ-profilur venur ikki við longur
Í kvøld skrivar eldri beiggi Hákun, landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, á Facebook, har hann alment stuðlar yngri beiggja sínum.
Jóan Símun skrivar:
- Nógv hevur verið tosað og skrivað um yngra beiggja mín, Hákun, har nevndin í NSÍ hevur verið sera dugnalig við hjálp frá miðlunum, at stempla Hákun sum ein pengagrískan ótakknemmligan ungling.
- Vil bara staðfesta at eg stuðli honum 100 prosent, og heiti á øll um ikki at døma Hákun útfrá tí sum hevur verið sagt og skrivað.
- Tí ein stórur partur av tí sum hevur verið sagt og skrivað hevur fullkomiliga einki hald við veruleikan at gera.
- Tíverri eru tað ávísir persónar sum eru sinnaðir at lúgva og vera beinleiðis óreinir ímóti einum ungum drongi, so skjótt sum alt ikki gongur eftir teirra høvdið.
- Allur sannleikin skal nokk koma fram tá tíðin er búgvin til tað.
Hákun Edmundsson skoraði sunnudagin fyrsta málið hjá B68 í kappingarárinum, tá teir á Argjum spældu 1-1 javnleik móti AB.