Føroyska landsliðshetjan frá sigrinum í Grikkalandi, 23 ára gamli Jóan Símun Edmundsson, er nú alment spælari hjá Vejle BK í næst bestu deildini í Danmark. Hann hevur í dag staðið læknakanningina í Vejle.
Les eisini: Jóan Símun til Vejle
- Eg eri komin gjøgnum læknakanningina og sáttmálin er undirskrivaður. Eri stoltur av at kunna kalla meg Vejle Boldklub spælara tey næstu tvey árini. 2014 var eitt gott ár fyri meg, har serliga sigurin á Grikkum var eitt hæddarpunkt. Síggi fram til nógvar spennandi avbjóðingar í 2015, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Les eisini: Ikki fair viðgerð av mær í 2014
Skiftið bleiv kunngjørt stutt fyri jólaaftan, men skiftið var treyta av, at Jóan Símun stóð læknakanningina. Tað hevur hann nú gjørt, og kann saman við Viljormi Davidsen herja á í Velje í 2015.










