Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson, var ógvuliga eyðsýndur í 1-1-javnleikinum hjá Vejle ímóti Lyngby í kvøld, og frásøgumenninir á TV3 Sport 1 vóru eisini bergtiknir av føroyinginum.
- Tað er ein fragd at síggja Edmundsson. Hann er bara genialur, segði frásøgumaðurin um eina snilda spæling í fyrra hálvleiki, og tók saman um fyrra hálvleik:
- Jóan Símun var fullkomiliga einaráðandi á vøllinum í fyrra hálvleiki, segði hann.
Hóast Jóan Símun júst er komin til næstbestu donsku deildina, so metti frásøgumaðurin, at hann kann røkka longri.
- Um hetta er støðið, so spælir hann ikki leingi í 1. division. Hann hevur eitt touch, sum onnur feløg hava brúk fyri, segði hann.