Jóan Símun skoraði tvey mál í kvøld

Vejle vann á Roskilde á heimavølli í kvøld, og er á uppflytingarplássi

Fótbóltslagið er gott í Vejle. Í kvøld vann Vejle 4-2 á Roskilde á heimavølli, og er Vejle nú á triðja plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, sum gevur uppflyting til bestu deildina komandi kappingarár.

 

Jóan Símun Edmundsson skoraði tvey mál, og var við í tí triðja málinum hjá Vejle. 

 

Longu í 11. minutti fangaði álopið hjá Vejle eina skeiva sending hjá verjuni hjá Roskilde. Bólturin endaði hjá Jóan Símun, sum beindi bóltin í málið til 1-0. Denis Fazlagic, sum legði upp til 1-0 málið, legði eisini upp til 2-0 málið, sum Jóan Símun skoraði, tá 64 minuttir vóru farnir. Í 77 minutti hevði Jóan Símun møguleika at skora hattrick, men tók ikki av. Returbólturin endaði tó hjá Thomas Mikkelsen, sum økti til 3-0.

 

Nú trúðu øll, at Roskilde fóru niður við nakkanum, men so var ikki. Liðið av Sælandi fekk eina lítla vón í 81. minutti, tá Bajram Fetai minkaði um munin til 1-3. Sami Bajram Fetai skoraði til 3-2 uppá brotsspark í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Í teimum doyggjandi sekundunum syrgdi Anders Kaagh tó fyri, at Vejle kom uppá turt, tá hann økti til 4-2, tá Roskilde hevði kastað alt fólkið fram fyri at javna til 3-3. 

 

Viljormur Davidsen var eisini við frá byrjan á liðnum hjá Vejle. 1653 áskoðarar vóru til dystin í Vejle í kvøld. 

 

Komandi hóskvøld spælir Vejle útidyst ímóti Lyngby.