Jóan Símun Edmundsson skeyt flottasta málið í kalendara árinum 2015. Tað halda í øllum brúkararnir á stóru donsku ítróttarsíðuni, Tv3Sport.
Tað var tann 21 december í ár at danska heimasíðan byrjaði eina atkvøðugreiðslu, har ársins flottasta mál fyri 2015 skuldi veljast. Atkvøðugreiðslan vardi fram til dagin í dag, tá vinnarin skuldi kjósast.
Og í harðari kapping við brasilsku heimsstjørnuna, Neymar, dró okkara Jóan Símun Edmundsson tað longra stráðið og vann heiðurin fyri flottasta málið í 2015.
Málið hjá Jóan Símun Edmundsson endaði ovast við 4216 atkvøðum, meðan málið hjá Neymar fyri Barcelona endaði á øðrum plássið við 4158 atkvøðum.
Í videobrotinum omanfyri ber til at síggja málið hjá Jóan Símun Edmundsson í dystinum móti Silkeborg.