Jóan Símun Edmundsson skoraði í dag einsamalla málið hjá Vejle, ið 3-1 tapinum fyri Silkeborg. Hóast Vejle tapti, so kunnu vit fegnast um, at málið hjá Jóan Símuni er ein sonn perla av einum einmansavrikið.
Til ber at síggja málið við at trýsta HER
Støðan er 2-0 til Silkeborg, tá Jóan Símun dribblar framvið ikki færri enn FIMM spælarum, áðrenn hann í besta Lionel Messi stíli lyftir bóltin í málið.
Donsku frásøgumenninir vita næstan ikki hvat teir skulu sig, og enda bara við at rópa. – Hví ger hann ikki hatta oftari? spyr annar.
- Jóan Símun dribblar sum ein annar Lionel Messi fram við fimm spælarum hjá Silkeborg, og skorar eitt tað flottasta og frekkasta málið í Vejle – allar møguliga aðrastaðni – sum er skorað í langa tíð. Wow!
Soleiðis presenterar TV3Sport heimasíðan málið.
Vejle liggur framvegis eitt stig frá uppflytingarstrikuni, men hevur nú spælt tveir dystir fleiri enn Horsens, sum er nummar trý.