Álítandi keldur hjá Miðlahúsinum vilja verða við, at landsliðsframherjin Jóan Símun Edmundsson hevur tikið avgerð um, at hann fer at leika við HB eftir summarsteðgin.
Jóan Símun Edmundsson leikti í dag 78 minuttir, áðrenn hann varð útskiftur, tá AB spældi málleysan javnleik á Skála. Sum skilst, var Jóan Símun ónøgdur við at verða útskiftur.
Jóan Símun Edmundsson vil ikki váttað fyri in.fo, at hann fer at skifta til HB. Hann sigur harafturímóti at talan bert er um gitingar enn.
- Eg havi ikki gjørt nakra nýggja avtalu við nakað felag, so enn er talan bert um gitingar. Eg havi dyst við AB fríggjakvøldið móti B68 og mítt fokus er á tí dystinum í løtuni.
Jóan Símun Edmundsson hevur higartil í ár leikt 9 dystir í Effo-deildini fyri AB. Harafturat hevur Jóan Símun skotið 2 mál fyri AB.