Jóan Símun skaddur

Landsliðið: Jóan Símun Edmundsson má sita yvir tær komandi vikurnar

Mynd: (FSF)

Føroyski landsliðsspælarin, Jóan Símun Edmundsson, má sita yvir komandi vikurnar. Hann hevur fingið ein skaða í knæið, sum gera at hann sita yvir í fleiri vikur.

 

Jóan Símun Edmundsson fekk skaðan, tá Føroyar vunnu 2-1 á Turkalandi á Tórsvølli sunnudagin 25. septembur. Í seinna hálvleiki fór hann í ein tvídyst, sum endaði við at hann fekk eitt yvirstrekk í knæið.

 

Toftamaðurin royndi at halda fram, men mátti skjótt ásanna at knæið ikki kláraði stoytin. Hann lat seg útskifta og er síðani farin aftur til Belgia, har hann venur fyri seg sjálvan.

 

Skaðar hava verið ein forðing seinastu tíðina, men undan dystinum móti Turkalandi sá gott út. Nú er líkt til, at Jóan Símun Edmundsson aftur má brynja seg við toli á síðulinjuni hjá SK Beveren.

 

Mynd: (FSF)