22 ára gamli landsliðsspælarin, Jóan Símun Edmundsson, er hesa vikuna til royndarvening í danska felagnum, Vejle, sum í løtuni er nummar fýra í næstbestu deildini.
Jóan Símun hevur spælt við norska felagnum, Viking Stavanger, men heldur ikki fram har og hevur ongan sáttmála í løtuni.
Sum skilst, hava fleiri føroysk feløg ligið framvið, men Jóan Símun hevur givið til kennar, at hann heldur vil spæla uttanlands, enn at koma heimaftur til føroyskan fótbólt.
Vejle Amts Folkeblad skrivar, at umframt Jóan Símun Edmundsson, hevur Vejle eisini ein 26 ára gamlan svenska verjuspælara til royndarvenjing.