Ein góðveðursdag í juni 2009 slerdi ein ungur toftamaður sítt navn fast í europeiska fótbóltsheiminum. Tann tá bert 18 ára gamli Jóan Símun Edmundsson skoraði einsamalla málið í U-21 landsdystinum millum Føroyar og Russlandi, ið helst er størsta bragd hjá føroyska U-21 landsliðnum nakrantíð.
Kappingarárið 2009, tá Jóan Símun spældi við barndómsfelagnum á Toftum, B68, hilnaðist eisini avbera væl fyri unga toftamannin, og tá landskappingin endaði bleiv Jóan Símun seldur til enska stórfelagið Newcastle United.
Útlitini vóru bjørt, og Jóan Símun slapp at royna seg í venjingardysti á besta liðnum hjá Newcastle, sum tá hevði Chris Hughton sum venjara. Stutt eftir var sami Chris Hughton loystur úr starvinum, og nýggjur í venjarastarvinum var Alan Pardew, ið ikki hevði somu ætlanir við Jóan Símun, sum undanfarni venjarin.
Jóan Símun skifti tí í 2012 til norska felagið Viking Stavanger. Tað gekk tó ikki so væl, sum Jóan Sìmun hevði vónað áðrenn, og seinasta dag í 2013 gekk sáttmálin út við norska felagið.
Síðani tá hevur Jóan Símun leita eftir felagið, men nú nærkast hann eini avgerð.
- Eg hevði ikki væntað, at tað fór at taka so rúma tíð at finna eitt felag. Men nú sær tað út til at tað skjótt fer at koma uppá pláss. Tað eru feløg bæði í Føroyum og uttanlands, ið vísa áhuga, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Spurdur um hvussu venjingarstøðan hjá Jóan Símun er, nú hann hevur gingið uttan felag síðani á nýggjárinum, svarar Jóan Símun.
- Eg føli meg væl fyri. Havi verið so heppin at sloppið at vant við barndómsfelagnum B68, meðan eg eri heima. Umframt at eg var nakrar vikur og vandi við Vejle. Í báðum støðum hevur dentur verður lagdur á at fáa venjingarstøðuna í rættlag, so sum heild er venjingarstøðan góð.
Jóan Símun Edmundsson skal seinni í hesum mánaðinum til Mijas í Spania, har føroyska A-landsliðið skal á venjingarlegu.