Jóan Símun: Hevði onnur tilboð

Men, at annar føroyingur longu var í Vejle, spældi ein leiklut, at hann gjørdist sáttmálabundin har.

Jóan Símun Edmundsson sigur við heimasíðuna hjá Vejle, at hann hevði møguleikan at fara aðrar leiðir enn júst til Vejle.

 

Jóan Símun skifti úr havnafelagnum, HB til danska felagið í vetur, har fýra aðrir føroyingar vóru framanundan. Hóast onnur tilboð vóru komin inn, helt hann, at Vejle gav honum bestu umstøðurnar at byrja av nýggjum.

 

- Eg hevði onnur tilboð, tá ið eg gjørdi sáttmála við Vejle, men at Viljormur Davidsen var her (í Vejle, red) framanundan spældi ein leiklut. Viljormur og eg leiktu saman sum ungir og kennast frá landsliðnum. Málið hjá mær verður at fáa fasta leiktíð og uppihaldi í Vejle skal vera ein nýggj byrjan, sigur Jóan Símun við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Tað hevur gingist toftamanninum væl í teimum fýra venjingardystunum, sum hann hevur leikt fyri Vejle, uppundir byrjan av kappingarárinum. Jóan Símun hevur skotið ikki færri enn fýra mál í eins nógvum dystum.