Tá 34 minuttir vóru leiktir av dystinum í gjárkvøldið millum HB og Lincoln FC, økti nýggi HB áleyparin, Jóan Símun Edmundsson til 3-0. Hetta var fyrsta málið hjá Jóani Símun í HB troyggjuni og nýggi áleyparin var eisini væl nøgdur við dystin.
- - Tað er ein góð kensla aftaná dystin. Vit hava fult tamarhald á dystinum, har vit serliga í fyrra hálvleiki spæla væl. Tað blívur kanska eitt vet ov spennandi eitt skifti í seinna hálvleiki, men tá vit økja til 4-2, so hava vit aftur fult tamarhald á.
Til dystin í komandi viku móti Partizan Beograd, svarar Jóan Símun.
- - Vit eru ikki komnir hartil, at vit eru farnir at hugsa um tann dystin. Nú skulu vit fyrst njóta sigurin í kvøld og so seta vit fokus á uppgávuna í komandi viku. Men tað verður ein torfør og spennandi uppgáva. Alt kann tó henda í fótbólti.
Jóan Símun Edmundsson skifti undan summarsteðginum frá AB til HB.