Tað sá ikki gott út, tá Jóan Símun Edmundsson mátti lata seg skifta út í seinna hálvleiki móti Danmark fríggjakvøldið. Hann hevði ilt í høvdinum eftir samanstoyt, men er tøkur til dystin mánakvøldið móti Ísrael.
Í fyrra hálvleiki rendi hann saman við miðverjanum úr Chelsea, Andreas Christensen. Teir rendu høvdini saman. Toftamaðurin spældi víðari, men í seinni hálvleiki sá Jóan Símun Edmundsson seg ikki føran fyri, at halda fram.
Hann setti seg á vøllin og bað um útskifting. Hann hevur fyrr havt bæði trupulleikar við knænum og rygginum. Tað er sjáldan eitt gott tekin, tá ein spælari bara setur seg niður á vøllin, men skaðin er ikki álvarsligur.
Lækni og toymið kring landsliðið hevur hildið eyga við áleyparanum, sum nú hevur tað væl betri. Hann verður væntandi við til venjingina í morgin og tøkur hjá Håkani Ericson at velja til dystin móti Ísrael.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum verður mánakvøldið klokkan 19.45.
##med2##