Jóan Símun er við í Alanya

Landsliðið: Toftamaðurin er 24. maðurin í hópinum hjá Håkani Ericson, váttar FSF

Føroyska landsliðið er í kvøld komið til Alanya í Turkalandi, har liðið skal halda til fyrstu dagarnar av ferðini. Við ferðalagnum er Jóan Símun Edmundsson.

 

Tá Hákan Ericson fyri viku síðan úttók hópin, verður 23 nøvn. Hann segði tá, at 24. spælarin verður antin Jóan Símun Edmundsson, ella helst Páll A. Klettskarð. Jóan Símun Edmundsson hevur verið undur skurð fyri trupulleikar í rygginum, men væntast at kunna spæla á landsliðsferðini.

 

Landsliðið fór í morgun til Turkalands við rutuflúgvara. Fyrst til Keypmannahavnar og síðani til Istanbul. Síðani víðari til Alanya, har liðið er á einari lítlari venjingarlegu, áðrenn farið verður aftur til Istanbul.

 

Leygardagin 4. juni verður hol sett á UEFA Nations League 2022/2023 kappingina. Ikki færri enn fýra dystir eru á skránni í hesum umfarinum. Føroyar leggja fyri á útivølli móti Turkalandi, og síðan verður spælt heima móti Luksemborg og Litava ávikavist 7. og 11. juni, áðrenn utidystin móti Luksemborg, sum verður 14. juni.

 

FM1 sigur frá øllum fýra landsdystunum.

 

Hópurin:

 

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

 

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

 

Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík

 

Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)

 

Daniel Johansen, HB Tórshavn

 

Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn

 

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

 

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)

 

Hørður Askham, HB Tórshavn

 

Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík

 

Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

Hallur Hansson, KR (Ísland)

 

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

 

Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík

 

Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)

 

Hannes Agnarsson, HIK (Danmark)

 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

 

Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)

 

Jóan Símun Edmundsson, Wassland-Beveren (Belgia)