Jóan Símun er úttikin til hópin

Føroyski landsliðsleikarin kann í morgin fáa Superliga debut

Mynd: www.ob.dk

Danska Superligan byrjar í annaðkvøld aftur eftir ein vetrarsteðg síðani fyrst í december. Tá spæla OB og AGF í Odense.

 

Og longu í fyrsta dystinum í annaðkvøld, verður føroyskt íkast í dystinum. Jóan Símun Edmundsson sum fyri gott og væl einum mánaða síðani skifti frá Vejle til OB, er nevniliga úttikin til hópin í dystinum móti AGF í annaðkvøld.

 

Dysturin byrjar í annaðkvøld klokkan 17:00, og kann síggjast á Tv3Sport1 á Televarpinum.

 

Mánakvøldið skal hin føroyski Superliga leikarin, Gilli Sørensen, í dyst.Tá spælir AaB á útivølli móti donsku meistarunum úr FC Midtjylland.

 

Mynd: www.ob.dk

Mynd: www.ob.dk

Mynd: www.ob.dk

Mynd: www.ob.dk

Mynd: www.ob.dk