Jóan Símun Edmundsson skal hava nýtt felag. Sáttmálin við Beveren gongur út í summar og toftamaðurin leitar í løtuni eftir nýggjum møguleikum.
- Eg leiti uttanlands. Eg vænti at tað tað koma at ganga nakrar vikur. Sáttmálin við Beveren gongur út í summar, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Søgan sigur, at hann hevur vant við MSV Duisburg, sum er í triðjbestu deildini. Landsliðsspælarin hevur eina fortíð í Arminia Bielefeld, har hann var við til at finna felagið upp í Bundesliguna. Jóan Símun Edmundsson venur við landsliðnum, sum skal spæla móti Kekkia og Albania í næstum.











