Sunnudagin var DM í triathlon á OL-teinum hildið í Århus. Kappast varð í 1500 metra svimjing, 40 kilometra súkkling og 10 kilometra renning.
Millum luttakararnar í kappingini hjá kvinnum vóru tær báðar føroysku Joan Bláfoss og Karina Ottosen, og tær stóðu seg báðar væl í kappingini.
Tað vóru bert átta kvinnur við í kappingini, men kappingin var sterk, tí í feltinum vóru donsku landsliðstriatletarnir Charlotte Kolters og Helle Frederiksen, og tær vóru favorittar til at vinna kappingina.
Charlotte hevur havt trupulleikar við krampum á teimum seinastu kappingunum í útlondum, og teir skuldu eisini fara at vísa seg í hesari kappingini.
Í svimjingini vóru Charlotte og Helle fyrstar upp úr vatninum, Karina var við í næsta bólki og Joan við í síðsta bólkinum. Á fyrsta umgangi á súkkluni fekk Charlotte krampar, og hon noyddist at gevast, og eftir tað lá Helle einsamøll á odda.
Karina Ottosen rýmdi frá restini av feltinum í súkklingini, og hon var í rímiligum avstandi frá Helle allan vegin á málið. Joan Bláfoss fekk trupulleikar við ketuni, og hon datt aftur um bólkin. Hon kom tó afturíaftur, og hóast hon skuldi stríðast óført á súkkluni allan vegin, hevði hon so nógvar kreftir eftir, at hon hevði bestu tíðina í renningini.
Kappingin endaði við, at Hella Frederiksen koma fyrst á mál. Hon var væl frammanfyri Karinu Ottosen, ið endaði sum nummar tvey. Joan Bláfoss var júst ov stutt í kappingini um triðja plássið, men endaði sum nummar 4.
Karina og Joan skulu fyrst í august mánaði verða við í DM í ½ Ironman, sum verður hildið í Fredericia.