Joan er við móti Estlandi

Mótstøðuliðið í fyrsta dystinum í Challenge Trophy-kappingini, sum er á Cypros, er Estland. Saman við Cypros verður Estland mett at vera sterkasta mótstøðuliðið í okkara bólki.

Dysturin byrjaði klokkan 20.00 lokala tíð ? altso klokkan 18.00 føroyska tíð ? og Joan Midjord Djordjevic, sum annars hevur verið rættiliga ivasom, er við á føroyska liðnum.

Føroysku kvinnurnar eru 15 í tali, men pláss er bara fyri 14 á dómaraseðlinum. Tískil situr Simona Hansen yvir í dag. Hon kappast við fleiri aðrar kvinnur um høgra bakk-plássið ? eitt pláss, har Føroyar hava fleiri góðar leikarar.

 

Føroyska ferðalagið kom annars til Cypros í gjár, og seinnapartin í dag var kappingin sett. Nú er fyrsti dysturin bríkslaður í gongd, og Portalurin hevur fólk á staðnum á Cypros, og verður tískil dagførdur tískil leypandi gjøgnum dystin.