Larnaca, Cypros: Harðasta skráin á ferðini hjá føroyska kvinnulandsliðnum hevur hoyrt heima hjá Tinu Jacobsen, sum er fyrisoterapeutu.
Við fimm dystum í fimm dagar er eingin ivi um, at ein fyrisoterapetur skal hava sítt at síggja til, men hesa ferð byrjaðu marathon-viðgerðirnar hjá henni longu sunnudagin. Ikki minst, tí nógvar av spælarunum vóru partur av hørðu FM-finalunum.
Við einum undantaki hevur talan tó “bert” verið um eymar vøddar, sum skulu mýkjast nakað, soleiðis at møðin skjótari fer úr kroppinum, men hjá Joan Midjord Djordjevic hevur støðan tó verið nakað verri.
Kunnu satsa
Ein keiktur fótur krevur sína tíð at koma fyri seg , og stóri spurningurin er, um Jakob Jónsson er áhugaður í at spæla russiska roulettu við einum av týdningarmestu spælarunum hjá Føroyum.
Tí við einum væl tapaðum fóti ber til at spæla – í øllum førum ein dyst. Joan sýndi eisini, at hon kann bíta pínuna í seg, tá hon noktaði at geva skarvin yvir í finaludystinum, har hon spældi stóran part av seinna hálvleiki.
Men verður hon tveitt á vøllin, so er vandi fyri, at fóturin aftur versnar, og so er spurningurin, hvat er vunnið. Og tann spurningurin verður helst ikki svaraður, fyrr enn beint undan dystinum móti Estlandi.
Hóast føroysku venjararnir enn ikki hava sæð aktuellu útgávuna av mótstøðuliðunum, so verður roknað við, at Estland og Cypros eru harðastu mótstøðuliðini í okkara bólki. Og við Bosnia sum stórfavoritti at vinna hin bólkin kann týdningurin av einum fremsa plássi í bólkaspælinum verða stórur. Og tí er spurningurin altso, um venjarin velur at brúka Joan longu nú.
Tann spurningurin verður tó helst ikki svaraður fyrr enn seinnapartin í dag.










