Landbúnaður
Eitt av aðalmálunum í nýggja landbúnaðarpolitikkinum er, at festini skulu kunna seljast privatum. Og tað kunnu bæði vera privatpersónar, partafeløg ella onnur feløg, sum landsstýrismaðurin góðkennir.
Avleiðingin kann í ringasta føri gerast, at eitt nú Joakim prinsur fer at keypa Dímun ella Koltur við vælsignilsi frá landsstýrismanninum við vinnumálum.
Sjálvandi eru avmarkingar gjørdar, sum skulu forða slíkum handlum. Eitt nú við at lata verandi festara fáa forkeypsrætt, um hann annars verður mettur egnaður til tess.
Men ókent er ikki í øðrum sambandi, at fremmandur kapitalur og eigari koma inn í vinnuna gjøgnum strámenn. Og her kann orðið strámaður fáa bókstaviligan týdning.
Lagt er kortini upp fyri slíkari sølu í tann mun, tað ber til. Í uppskotinum um framtíðar landbúnaðarpolitikkin, sum landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur fingið, stendur, at søla av almennari jørð til privatar verður bert loyvd treytað av, at keyparin lýkur ásetingarnar sambært lóg um sølu av almennari búnaðarjørð. Tí givið er, at ognarrættindi til búnaðarjørðina skulu vera varðveitt hjá teimum, sum hava neyðugan førleika og annars lúka ásetingarnar í lóggávuni fyri at sita við garði.
Hvørjar lógarásettu treytirnar eru, verður ikki sagt í niðurstøðuni, Sosialurin hevur fingið innlit í. Men um gingið verður eftir orðingini um, at keyparin skal hava neyðugan førleika til at reka jarðarbrúk, er eingin forðing fyri, at eitt nú Joakim prinsur, sum er útbúgvin á økinum, keypir bæði Dímun og Koltur.
Tó er tað bert dyrkaða lendið og tilhoyrandi bygningar og maskinur, sum keypast kunnu sambært uppskotinum. Men bóndin fær móti einum rímiligum árligum gjaldi beitisrætt í haganum. Hagi, fjøll og ódyrkað lendi veðrur varðveitt á almennum hondum, stendur í uppskotinum.
Hvussu verður við øðrum lunnindum so sum fugli, verður ikki nevnt í samandráttinum, Sosialurin hevur fingið innlit í.
Nevnda dømi við prinsinum er sjálvandi eitt hugsað dømi, og greitt verður sagt í uppskotinum, at ætlanin er ikki, at spekulatón skal koma uppí.
Uppskotið, sum gevur møguleika fyri keypi og sølu av almennari jørð, áleggur kortini ongum at keypa garðin, hann hevur fest. Og roknað verður eisini við, at fleiri festarar fara at halda fram eftir verandi skipan við festigjaldi.
Men fyri at javnseta hesar festarar og teir, sum keypa jørðina, verður festigjaldið ásett javnt við rella gjaldið fyri yvirtiknu garðarnar, soleiðis at sleppast kann undan kappingaravlaging.