Joachim prinsur sum rallykoyrari

Joachim prinsur, ið m.a. er kendur fyri sín stóra áhuga fyri bilum, er ein av teimum fýra sum manna Cortina Racing Team, har prinsurin sjálvur koyrir ein hvítan Ford Lotus Cortina frá 1965 við grønari strípu á síðuni og er nummar 65

Cortina Racing Team, har Joachim prinsur saman við rallykoyrarunum Martin Berner, Oscar Davidsen Siesbye og Adam Siesbye, luttaka á nógvum ymiskum koyringum er væl kent – eisini frá danska sjónvarpinum. Teir fýra koyra í trimum Ford Lotus Cortina, meðan tann eini koyir Morris Mini Cooper.

Tað var danski rally-koyrarin Aage Buch Larsen, sum gjørdi Ford Lotus Cortina kendar í 60-unum. Síðan hevur Lotus Cortina verið ein legenda innan danskan motorsport við ellisakførum.

Teir fýra í Cortina Racing Team hava ein stóran amerikanskan Kentwort lastbil, sum er umbydgur til at transportera allar fýra bilarnar, samstundis sum hann verður nýttur sum uppihaldsrúm. Eitt stórt fortelt verður sett upp, meðan kappkoyringarnar fara fram.

Joachim prinsur, ið hevur stóran áhuga fyri bilum, hevur verið við í Cortina Racing Team síðan 2000. Árið fyri tók hann sítt “racerlicens” við áðurnevnda Aage Buch Larsen sum próvdómara.

Prinsurin útvegaði sær ein Ford Lotus Cortina frá 1965. Bilurin er hvítur við grønari strípu á síðuni og er nummar 65. Motorurin er ein 1,6 litur motor við 165 hk, tann sami sum í enska sportvogninum Lotus Elan frá 60-unum.

Hóast prinsurin hoyrir til kongafamiljuna, arbeiða teir saman sum eitt team og eru felags um allar uppgávurnar. Prinsurin hevur klárað seg væl og vunnið nógvar sigrar við sínum 41 ára gamla Lotus Cortina.



Ford Cortina kom á marknaðin í 1962

Ford Cortina kom fyrstu ferð á marknaðin í 1962. Bilurin var í stødd millum táverandi Ford Anglia og Ford Zephyr – sum eisini vórðu gjørdir í Onglandi. Vanligi Ford Cortina hevði 1,2 litur motor við 49 hk, meðan Lotus útgávan, sum tann hjá Joachim prinsi, hevur 1,6 litur motor við 165 hk. Umframt hesar gjørdu teir eisini ein Cortina Super við 57,5 hk og ein Cortina GT við 75,5 hk, báðir við 1,5 litur motori.