Seint í gjárkvøldið fekk Joachim, prinsur í Danmark, blóðpropp í heilan. Kongshúsið sigur í eini fráboðað, at hann varð lagdur inn á universitetssjúkrahúsið í Toulouse, har hann varð lagdur undir skurð. Skurðviðgerðin eydnaðist væl og eftir umstøðunum er støðan góð og kona hansara, Marie, prinsesse, er hjá honum.
Í løtuni hevur kongshúsið ikki fleiri viðmerkingar, men drotningin vil fegin, at familjan fær frið undir sjúkraleguni.










