Týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw, var eftir dystin best nøgdur við at hava fingið tey trý stigini, sum sendi Týskland í HM-endaspælið.
Á tíðindafundinum eftir dystin metti hann, at Føroyar vardu ógvuliga væl, og at tað ikki var lætt at spæla seg ígjøgnum føroysku verjuna.
- Tað var eitt krav at fáa tey trý stigini, sum vit so eisini fingu. Men tit varnaðust kanska, at Føroyar vardu ógvuliga væl og tað var ikki lætt at koma ígjøgnum. Vit mugu serliga betra um seinastu og avgerandi spælingina, segði Joachim Löw.
Á tíðindafundinum høvdu tey mongu týsku fjølmiðlafólkini nógvar spurningar um hvussu landsliðsvenjarin nú ætlaði sær at blanda kortini framyvir. Hann vísti spískum spurningum um eitt nú hví Mario Gomez ikki kom á vøllin aftur við at svara, at hann metti hetta vera bestu menninir, sum hann valdi til dystin í kvøld.