JM Band spælir í Fuglafirði

Jens Marni Hansen og hansara menn fara at spæla til fótbóltsdans í Fuglafirði leygarkvøldið

Tónleikur
Pop.fo

Um vikuskiftið endar landskappingin í fótbólti, og hetta plagar at verða hildið við tiltøkum kring landið. Í Havn verður ivaleyst óførur rómur, tá HB skal feira sín meistaraskap, men aðrastaðni hava spælarar, viðhaldsfólk og onnur helst eisini hug at hugna sær leygarkvøldið.
Í Eysturoynni plagar fótbóltsdansur at verða hildin, og hesaferð er hann í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Har fer Jens Marni Band at spæla. Oddamaður í hesum bólki er Jens Marni Hansen, sum fólk seinastu vikurnar hava sæð í donsku sendirøðini Popstars. Afturat sær hevur hann Ólav Øster, Rógva á Rógvi og Paula Magnussen.
Jens Marni hevur ikki spælt so nógv seinastu vikurnar, men nú ber til at síggja hann á palli aftur.