Leygardagin 9. septembur kl. 14. verður samrøða við Farideh Azadi í Norðurlandahúsinum. Farideh býr í Danmark, men er fødd og uppvaksin í Iran. Farideh var tannáringur, tá kollveltingin fór fram í 1979. Hon gjørdist politiskt virkin, men ein dagin fekk hon frænir av, at navn hennara stóð á einum lista hjá stýrinum. Farideh varð noydd at flýggja saman við familjuni, og fekk friðskjól í Danmark í 1986.
Komið og hoyrið Farideh siga frá persónligu søgu síni: um lívið í Iran áðrenn kollveltingina, og hvussu lív hennara brádliga broyttist. Um, at hon bardist fyri javnrættindum og frælsi, men at tað førdi við sær, at hon varð noydd at flýggja úr heimlandinum. “Den her nye bevægelse af iranske aktivister har løsnet mange af mine gamle spændinger” sigur Farideh, og fer hon at seta orð á, hvussu tað kennist at eygleiða stríðið, ið fer fram nú. Sonur Farideh, sosiologurin og samfelagskjakarin, Aydin Soei, luttekur seinasta partin av samrøðuni, og fara tey at greiða frá, hvat eyðkennir verandi stríð samanborið við stríðið, Farideh sum ung kvinna sjálv var partur av.
Tiltakið er ókeypis og er partur av Faroe Islands International Minority Film Festival ‘23.










