Málmaðurin hjá AaB, Jimmy Nielsen, verður í vikuni lagdur undir skurð. Talan er ikki um nakran álvarsaman skaða, men ein meniskskaði í knænum skal fáast upp á pláss.
- Eg havi merkt skaðan alt kappingarárið, so tað verður gott at sleppa av við hann nú, sigur Jimmy Nielsen við Ekstrablaðið.
Og sambært blaðnum er Jimmy helst fegin um at fáa fríð frá fótbóltinum júst nú, tí fríggjadagin fingu hann og konan eina dóttur.