Fyrrverandi amerikanski forestin Jimmy Carter, ið er tann amerikanski forsetin, sum hevur livað longst, hevur rokkið nógvum í tey 96 árini, hann higartil hevur livað. Men drúgvasta skeiðið er tó hjúnabandið við konuni Rosalyn Carter. Tey hava í brúdleypsdag í dag 7. juli. Á føroyskum rópa vit dagin jarnbrúdleyp ella atombrúdleyp.
Jimmy Carter var forseti í USA frá 1977-1981. Hann hevði verið guvernørur í Georgia, og mong vóru tikin á bóli, tá hann burtur úr at kalla ongum gjørdist forsetavalevni hjá Demokratunum til forsetavalið í 1976.
Í 1974 tók hann avgerð um at stilla upp til forsetavalið í 1976. Hann og konan ferðastu kring landið, og hann fór frá at vera »Jimmy Who« til at gerast eitt seriøst forsetavalevni.
Eftir Watergategøluna troyttaðust fólk av politikarum, og boðskapurin frá religiøsa Jimmy Carter um ongantíð at lúgva fyri amerikanska fólkinum, varð væl mótikin.
Jimmy Carter var ikki afturvaldur á forsetavalinum í 1980, tá hann mátti lúta fyri republikanska Ronald Reagan, sum vann stórsigur. Ein stórmál undir forsetavalinum var gíslatøkan í Iran, har yvirgangsfólk høvdu tikið 52 gíslar á amerikonsku sendistovuni.
Dagin eftir at Ronald Reagan varð innsettur sum forseti, 21. januar í 1981, vórðu gíslarnir lætnir leysir eftir 444 dagar sum gíslar. Tí var tað sum serligur sendimaður fyri Ronald Reagan, forseta, at Jimmy Carter tók ímóti gíslunum á amerikonsku herstøðin í Wiesbaden í Týsklandi.