Jimmy Carter til Norðurkorea

Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter kom í dag til Norðurkorea at royna at fáa myndugleikarnar har at lata ein amerikanskan fanga leysan. Aijalon Mahli Gomes, sum er amerikanskur ríkisborgari, varð tikin í Norðurkorea fyri einum hálvum ári síðani, tá hann kom úr Suðurkorea uttan neyðug loyvi. Í apríl bleiv hann dømdur átta ára tvingsilsarbeiði og at rinda 700.000 dollarar í bót.

Norðurkoreanskir fjølmiðlar skrivaðu herfyri, at Gomes helt seg fáa alt ov lítla hjálp frá amerikonsku myndugleikunum, og at hann hevði roynt at beina fyri sær. Nú ætlar Jimmy Carter at royna at fáa hann leysan.

Í fjør eydnaðist tað Bill Clinton at fáa norðurkoreanar at lata tvær amerikanskar tíðindakvinnur leysar. Tær vóru eisini komnar ólógliga um markið og høvdu fingið fongsulsdóm.