Jim Ratcliffe, Elon Musk ella Tanim bin Hama al Thani?

Tað eru sera ríkir menn, ið bjóða upp á Manchester United

Jim Ratcliffe, Tanim bin Hama al Thani ella Elon Musk. Ein av hesum verður eigari av Manchester United

Kring heimin halda Manchester United-viðhaldsfólk andanum. Fer felagið at enda í hondunum á ríkmonnum frá vesturheiminum, ella endar felagið sum ogn hjá katarska emirinum, Tanim bin Hama al Thani?

 

Gjøgnumgangandi er, at flest United-viðhaldsfólk vilja ikki hava, at felagið fær katarskar eigarar. Tá verður ólíka lættari at liva við Sir Jim Ratcliffe ella Elon Musk, sum eigarar av Manchester United. 

 

Í dag skrivaði amerikanski miðilin, Bloomberg, at Tanim bin Hama al Thani fyrireikar eitt boð upp á Manchester United. Prísurin er seks miljardir bretsk pund, ið svarar til næstan 51 miljardir krónur í okkara peningi.

 

Bloomberg skrivar, at Tanim bin Hama al Thani ætlar ikki at rinda yvirprís fyri at keypa Manchester United.

 

Tanim bin Hama al Thani sigur annars vera Manchester United-viðhaldsmann, men tað fer neyvan at blíðka mongu United-viðhaldsfólkini. 

 

Bretska blaðið, Daily Mail veit at siga, at Elon Musk fylgir gongdini gjølla hvussu leikur fer.

 

Enski ríkmaðurin, Sir Jim Ratcliff er eisini ein áhugaður keypari. 

 

Núverandi sera illa umtóktu eigararnir, amerikanska Glazer-familjan hevur átt Manchester United síðani 2005.

 

 

 

 

 

Jim Ratcliffe, Tanim bin Hama al Thani ella Elon Musk. Ein av hesum verður eigari av Manchester United