Hvat halda tit um samgonguna?
Samgongan svíkir við skattanýskipanini fullkomiliga tey lá- og miðal løntu, og hon hevur gjørt alt ov lítið fyri bøta um økjandi arbeiðsloysið. Øll Suðuroyggin liggur í andaleypi, og heldur ikki á tí økinum hevur samgongan tikið neyðug stig.
Vónandi fer samgongan komandi hundra dagarnar at taka hesi málini í størri álvara.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag
Eg havi framvegis ikki sæð veruliga andlitið hjá samgonguni. Tað liggja fleiri ætlanir í luftini, men framvegis er einki ítøkiligt stungið út í kortið.
Eg havi sæð skuggan av einum vandamiklum vinnupolitikki, har ætlanin er at opna fyri møguleikanum fyri studningi til kreppuraktar vinnur. Hetta er eitt ómetaliga vandamikið tekin at senda vinnuni, sum síðan kreppuna hevur vant seg við at verða stuðulsfrí.
Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum
Samgongan hevur eina vinglutta bakkingarkós. Aðalmál Tjóðveldisfloksins eru øll skúgvaði til viks. Samgongan bakkar í búskaparpolitikkinum, sjálvsstýrispolitikkinum og mentanarpolitikkinum hjá farnu samgonga. Hetta eru øll økið, sum eiga at peika frameftir, men tey verða fullkomiliga niðurprioriterað.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins
Eg kann ikki siga annað enn, at vit hava havt eitt gott samskifti við teir landsstýrismenn, sum varða av okkara økjum. Tey uppskot, sum hava verið higartil, hava verið í tráð við ynskini hjá vinnuni, og tað fegnast vit um. Samanum tikið eru vit væl nøgdir við tað arbeiðið, samgongan hevur gjørt.
Jan Mortensen, stjórin í Vinnuhúsinum










