JFK Trol noktandi svar

»Fram« og »Pelagos«, sum JFK Trol keypti herfyri, verða antin seldir ella fara teir á rækjuveiði

ÓLAVUR Í BEITI


Herfyri søkti JFK Trol um loyvi at taka annað skip inn fyri teir báðar trolararnar »Fram« og »Pelagos« at fiska svartkjaft, men fiskimálaráðharrin hevur ikki gingið umsóknini hjá JFK Trol á møti. Í brævi til JFK Trol boðar fiskimálaráðharrin frá, at fyribils verður hetta ikki góðtikið, tí mett verður at veiðiorkan er nóg stór í løtuni.

Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol, sigur við blaðið, at ætlanin er so antin at selja trolararnar ella at fara á rækjuveiði við teimum. JFK Trol hevur tvey rækjuloyvi.