JFK-Trol keypt Kósina

Fríggjadagin sendi P/F JFK-Trol út eitt tíðindaskriv, sum segði, at felagið hevur keypt meirilutan av partapeninginum í P/F Kósin frá Norðoyargrunninum við tí fyri eyga at rekonstruerað virkið

Nú er alt við tað gamla í Klaksvík, tí undan vikuskiftinum keypti P/F JFK-Trol meirilutan av partapeninginum í flakavirkinum Kósin.

Fyrr í tíðini, og tað er ikki so langt síðan, hoyrdu bátarnir hjá JFK-trol og virkið saman, sum partar av Kjølbro-fyritøkuni, men tá kreppan kom, rillaði fyritøkan, og hon var býtt í smærri eindir.

Norðoyagrunnurin (sum Norðoya Sparikassi eigur, blðm.) og aðrir keyptu flakavirkið. Men tað hevur nokk ikki gingið so væl alla tíðina, tí fyri umleið einum mánað síðan kom fram, at Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen, høvdu selt sín partapening í P/F Kósin til Norðoyargrunnin.

Orsøkin var vantandi semja um hvussu felagið skuldi halda áfram. Serliga var trupulleikin, hvussu felagið skuldi útvegað tann nýggja kapitalin felagnum tørvar.

Tá vildi eingin av ábyrgdarpersónunum siga nakað sum helst.

Finnur Kjølbro, formaður í Norðoyargrunninum segði tó so mikið, at teir vildu hava frið at arbeiða.

Tað fingu teir og fríggjadagin kom so úrslitið. P/F JFK-Trol hevur keypt meirilutan av partapeninginum.

Hanus Hansen, stjóri í JFK-Trol, sigur í tíðindaskrivinum, at felag teirra sær møguleikar við virkinum, uppá longri sigt, men av tí at úrslitið ikki hevur verið nøktandi seinastu árini, er neyðugt við eini rekonstruktión av felagnum.

P/F JFK-Trol hevur tí keypt partapeningin í P/F Kósin, við tí fyri eyga, at endurnýggja felagið á einum handilsliga forsvarligum støði.