Fiskurin: Vinnulívið í Klaksvík hevur leingi bíðað eftir tíðindunum um, hvat tað fór
at kosta at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin sum letur upp seinni í vár.
Nú varð so umsíðir kunngjørt, at tað fer at kosta 170 kr. fyri lætta
ferðslu. Fyri vinnulívið hevði tað helst størri týdning, hvat kostnaðurin
varð fyri tey størru akførini.
Her varð avgjørt, at fyri bilar millum 6 og 12,5 m er gjaldið 670 kr., og
fyri bilar oman fyri 12,5 m er gjaldið 1.000 kr. t/r.
Út frá hesum ber nú til hjá vinnulívi og fyritøkum í Klaksvík og Norðoyggjum
at leggja útreiðslustøðið fyri komandi ár.
Púra samdir
Men tað eru kortini ikki øll, sum eru eins fegin um prísirnarinnan samferðsluøkið ella rættari sagt: prísir
í heila tyki. Teirra millum er formaðurin í fólkaflokkinum, Anfinn
Kallsberg, sum hevur borið upp á mál, at tað um nøkur ár eigur at verða púra
ókeypis at nýta tað føroyska samferðslukervið.
Hesum sama er ein annar norðoyingur, stjórin í JFK eisini samdur við Anfinni
í. Tá Sosialurin bað Hanus Hansen um eina viðmerking til prísirnar, var
stutta viðmerking hansara:
-Eg eri púra samdur við Annfinni. Tað eigur at vera ókeypis, sigur hann.
Sjálvur fegnast hann um henda nýggja møguleikan sum norðoyingar fáa at
sleppa til meginlandið.
- Tað verður heilt fantastiskt at kunna koyra allan vegin gjøgnum ein
tunnil, sigur Hanus Hansen.