JFK ein nýggjan Slættaberg

Vinnulívið í Klaksvík hevur aftur spent seg út, og enn einaferð er tað JFK-samtakið, sum ger vart við seg. Nú hevur felagið keypt norska nótabátin Kanstadfjord, sum er á veg heim til Føroya.

Á skrivstovuni hjá JFK-Troli verður upplýst, at skipið bæði skal fiska og eisini taka móti makreli í summar frá trolbátunum. Ætlanin er, at øll veiðan skal leggjast upp til Faroe Pelagic í Kollafirði, sum JFK-samtakið er ein partur av.

Tað er norska felagið Ytterstad, sum hevur selt JFK nótabátin, men einki verður upplýst um prís. Kanstadfjord, sum er smíðaður í 1995, er góðar 57 metrar langur, 12 metrar breiður og lastar 1500 tons.

Hann fær navnabroyting til Slættaberg, ið er gamalt skipanavn hjá JFK-Troli.

Tá Portalurin hevði orð á JFK-Trol í morgun, vistu tey ikki neyvt, nær Kanstadfjord er í Føroyum, og á Havnarskrivstovuni í Klaksvík høvdu tey onga fráboðan fingið um, nær skipið er væntandi á Klaksvík.

Sum skilst á Havnaskrivstovuni, tekur túrurin heim úr Noregi helst eini 2-3 samdøgur, tí skipið er so norðarliga.