Seinnapartin í dag vita útlendskir miðlar at siga, at fyrrverandi Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, er jarðaður.
Hann er jarðaður í Porohovskij-kirkjugarðinum í útryðjuni av St. Pætursborg og soleiðis í sínum egna heimbýi.
Tað er boðtænastan hjá Jevgenij Prigozjin sjálvum, sum ber hesi tíðindi seinnapartin í dag.
Jarðarferðin fór fram við eitt afturlatið minningarhald.
- Tey, sum ynskja at siga honum farvæl, kunnu vitja á kirkjugarðinum, verður sagt á boðtænastuni.
Tað er eitt nú norska Dagbladet, sum ber hesi tíðindi um jarðarferðina hjá Jevgenij Prigozjin.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, var ikki við til jarðarferðina.