>>Jesus var ein super-vitugur bøssi

Katólski felagsskapurin og tónleikarin, Elton John, eru ikki júst samdir, tá ið tað snýr seg um religiøsar grundarsteinir ? so sum kynslívið hjá Jesusi. Í einari samrøðu við Parade Magazine, greiðir kendi tónleikarin frá kærleika, fyrrverandi forhold, mistøk og trúgv.

 

Hann sigur millum annað, at hann heldur, at Jesus hevði samkenslu, var ein super-vitugur bøssi, ið skilti trupulleikarnar hjá mannaættini.

 

Hetta hevur fingið millum annað formannin fyri katólska felagskapinum, William Donohue, at vera í øðini, men at hann ikki hevði væntað annað frá einum manni, ið fyrr hevur sagt, at trúgv skuldi bannast.

 

Lesið alla samrøðuna her: www.parade.com/celebrity/celebrity-parade/2010/elton-john-web-exclusive.html