Tað vakti stóran ans, tá rithøvundurin Dan Brown vildi vera við, at Jesus var giftur við Mariu Magdalenu, og nú ber ein professari á tí viðurkenda Harward-universitetinum í USA brennið á bálið.
Karen King, sum er viðurkendur serfrøðingur í søguni hjá kristindóminum, kunnaði í gjár eina ráðstevnu í Rom um, at hon heldur seg hava funnið eitt papyruspetti frá 4. øld við einum samskifti, har Jesus umrøður konu sína.
Sambært blaðnum Washington Post standa orðini "Jesus segði við tey: Mín kona...", og so sæst ikki meiri, tí pappírið er skrætt. Sum skilst standa orðini í einum teksti, sum er skrivaður á koptiskum í Egyptalandi.
Amerikanski professarin sigur, at teksturin kann prógva, at nøkur av teimum fyrstu kristnu vildu vera við, at Jesus var giftur.
-Tað hevur leingi verið kristin uppfatan, at Jesus var ógiftur, sjálvt um vit ikki hava nakað álítandi søguligt prógv fyri, at tað er so, sigur Karen King.