Tað var á norðoyastevnu 2001, at tey ungu í Filadelfia fóru undir eitt nýtt átak. Talan er um útbýting av suppu til teirra, ið hava hug til ein heitan munn eftir eina langa nátt í býnum.
Boðskapurin er greiður. Tey vilja út við kristna boðskapinum, og fleiri úrslit hava eisini spurst burturúr hjá teimum ungu.
? Vit brúka bara suppuna sum magnet fyri at fáa fólk til, sigur Ivan Hansen, sum er ein av stigtakarunum. Upprunaliga var tað ein, sum eitur Ólavur Guttesen, sum fann uppá hetta. Hann er í løtuni staddur í Malaysia á bíbliuskúla.
? Á henda hátt koma vit í samband við ótrúliga nógv fólk, og vit hava eisini fingið fatur á nógvum, sum hava verið langt úti.
Jesus-suppa
Tað gekk ikki long tíð áðrenn suppan fekk heitið »Jesus-suppa«. Og hesum eyknevninum hava fyrireikararnir onki ímóti.
? Jesus-suppan er tomatsuppan og asparges-suppa eitur nú Halleluja-suppa, siga teir og flenna.
Hetta at býta suppu út til kaldar ungdómar, fullar sum edrúuar, gera tey ungu í Filadelfia hvørt leygarkvøld. Tey plaga at standa í gongugøtuni í Havn, beint uttanfyri Handilskjarnan. Ein bláur vøruvognur verður brúktur at frakta suppuna við, og síðani verða borð tikin út og allar termokannurnar við suppuni verða slongdar fram á borðið.Jesus-suppan er eisini væl móttikin millum fólk.
? So skjótt vit koma, so koma fólk tysjandi til. Vit hava 30 litrar av suppu hvørt kvøld, sum fólk í samkomuni kóka upp á skift. Eitt kvøldið høvdu vit 30 litrar av suppu uttanfyri Badmintonhøllina, og teir vóru vekk eftir einum tíma, sigur Tom Rasmussen, sum hvørt leygarkvøld er við og býtir suppu út.
Veðrið hevur verið stak gott hvørja ferð suppu-útbýting hevur verið á skránni.
? Í hálvt annað ár hevur tað bara verið keðiligt veður tvær ferðir, meðan vit hava verið úti. Tað vísir seg, at tað regnar heilt til vit skulu út, og so tá vit fara heimaftur, sigur Ivan.
? Ja, vit hava ein góðan arbeiðsgevara, leggur Tom flennandi afturat.
Ivan sigur annars, at tey eru komin í samband við fleiri fólk, sum ynskja at broyta lív sítt.
? Tey ynskja at broyta lív sítt. Tey tíma ikki at drekka meira, og vilja koma burturúr tí, og tey vita ikki, hvussu tey skulu gera. Vit hava eisini havt fleiri heima hjá okkum her til døgurða og vitjan, greiðir Ivan frá. Ivan, Tom og Ólavur búgva í einum húsum, sum verða kallað Jesus-húsini, og eitt av endamálunum er eisini at brúka tey slíkt.
Stuðul
Fyrstu tíðina var tað ungdómurin, sum syrgdi fyri útreiðslunum til suppuna, og eisini at kóka hana. Men hetta vísti seg, at í longdini gjørdist tað ov stríggið, og tí varð avgjørt at fara út at leita eftir stuðlum.
? Meinhardt Arge vísti seg at dáma hetta so ótrúliga væl, at hann nú stuðlar okkum, og hann rindar alla suppuna, sigur Ivan.
? Vit kundu eisini standa og kóka suppu frá klokkan tíggju á kvøldið til langt út á náttina, og tað varð eitt sindur ov strævið til endans. So nú eru tað ymisk vaksin í samkomuni, sum kóka nakrar litrar í part eftir tørni.
Umframt at standa í gongugøtuni við Handilskjarnan, so fara tey ungu í Filadelfia eisini út til stevnur. Tey hava verið á øllum teimum stóru stevnunum seinastu tvey árini, og eisini har verður tikið væl ímóti teimum. Tá verður farið inn í eitt samkomuhús á staðnum at kóka suppuna.
Í ár hava tey so eisini verið aðrastaðni. Tað verið seg uttanfyri Badmintonhøllina í Havn, og eisini til Prix Føroyar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Og tey hava sjálvsagt eisini ætlanir at fara við Jesus-suppuni til stevnur aftur í summar.










