Jesus solidariseraði seg við tey útstoyttu

Báðir prestafeðgarnir. Petur Martin og Ólavur Rasmussen fara at prædika 1. jóladag. Petur Martin í Kollafirði og í Kvívík. Ólavur í Hvalba, Hovi og í einum prestagjaldi aftrat. Hvat fara teir at leggja dent á í jólaprædikum sínum:

Jólaprædika



Ólavur:
-Mínar jólaprædikur fara ikki at víkja nógv frá øðrum prædikum. Á jólum er tað Jesusbarnið. Og Jesusbarnið vaks upp undir ógvuliga vánaligum korum. Hann var leysingabarn. Hann var útstoyttur og hann solidariseraði seg við tey útstoyttu - og tey, sum bóru trúnna og hava borið hana víðari, eru tey útstoyttu, og tí skal eingin kenna seg útstoyttan.

Petur Martin:
-Tað verður nakað tað sama. Men har kemur kanska munurin millum tann eldra og tann yngra fram: hetta við at Gud verður menniskja. Hann er ikki tann fjarði Gud longur, síðani Jesus kom í heimin. Uppá ein ella annan máta at fáa tað fram, at hann kemur og er millum menniskju, hvussu tey enn eru vorðin og skikkað og sigur við tey eitt gott orð, sum tey kunnu taka við sær og ikki endiliga kenna seg sum beist.

Ólavur:
-Og har kundi man spunnið ein beinleiðis tráð til tá Jesus verður avrættaður. Hann verður avrættaður, tí hann passar ikki til í samfelagnum. Samfelagið gjørdi av við hann, men hann kundi ikki lata vera við entá á Krossinum at siga við røvaran, sum hekk víð síðuna av honum: at í dag skal tú vera við mær í Himmiríki. So radikalur var hann.