Manchester City vann dagsins fyrsta dyst í Premier League. Ensku meistararnir vunnu 3-1 á Everton á Etihad leikvøllinum. Sigurin merkir, at Manchester City aftur er oddalið í ensku landskappingini.
Manchester City setti í dag sítt álit á Jesus og tað var ikki so býtt. Brasilski framherjin skoraði tvær ferðir. Fyrst miðskeiðis í fyrra hálvleiki og síðani aftur fimm minuttir eftir steðgin. Everton gjørdi eitt sprell miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Dominic Calvert-Lewin minkaði um munin.
Innskifti Raheem Sterling staðfesti tó sigurin fyri heimaliðið, sum við sigrinum fyribils yvirhálar Liverpool í oddinum. Liverpool spælir í morgin á heimavølli móti Manchester United.










