Jesus kom ikki kortini

Í útvarpstaluni á Lindini sunn­u­dagin hoyrdu vit Jenis av Rana, lækna, løgtingsmann og prædikumann. Hann byrj­aði taluna við at staðfesta, at Lind­in í gjár fylti fimm ár, og at hetta – altso sunnu­dag­in 17. mars – var fyrsti dag­ur­in hjá Lind­ini í sætta ár­i­num. Sam­stund­is stað­festi hann, at Lind­­in fór ikki at fylla 10 ár.

– Eg veit ikki, um eg hevði sagt tað sama fyri fimm ár­um síðani, sum eg sigi í dag. Eg trúgvi ikki. Nei, eg eri sann­førd­ur um, at eg ikki hevði sagt tað. Tað sum eg ætl­aði at siga er, at eg vænti ikki, at Lindin blívur 10 ár. Ikki tí at eg ikki vænti, at menn­iskju megna at koyra Lind­ina víðari. Tvørturímóti. Men eg eri nokso sannførdur um, at Jesus verður skjótur aft­ur. Eg hevði ikki sagt tað fyri fimm árum síðani, men í dag kenni eg tað á mær, tá eg hyggi rundanum, tá eg síggi, hvat hendir og sammeti við, hvat Bíblian tosar um.
L­indin sendi fyrstu ferð 21. januar í 2000. Tað vil siga, at boðskapurin hjá Jenis av Rana er átta ára gamla. Talan er um ein endursenda røðu frá 22. januar 2005.

Spurningurin er so, um Jenis hevur skift meining um Jesu afturkomu – ella hon er útsett. Í hesum døgum sit­ur Jenis av Rana og leggur fíggj­ar­karm­ar fram til 2018 – altso meira enn 13 ár eftir Jesu afturkomu.

– Vónandi eru betur skil í pol­it­isku dis­pos­i­tió­n­u­num hjá Miðflokkinum, enn journ­­a­list­isku dis­pos­i­t­ión­u­num h­já Lindini, tá man end­ur­send­ur ­deyð­a­dømd­ar dóma­dagsteo­ri­ir...