Jesus heldur eisini tær uppi

Øssur Kjølbro skrivar Orðið hesaferð:

"Hann... ber allar lutir við orði veldis síns." Hebr. 1,3


"Hann" er Jesus. Hann held­ur øllum heiminum uppi.
Flestu okkara taka sum all­ar­størstu sjálvfylgju, at vit liva og at tilveran gongur sína gongd. Men aftanfyri alt stendur Jesus Kristus. Vit anda og jørðin melur, tí hann sigur, at so skal vera. So máttmikið og veldigt er orð hansara. Um hann vildi, kundi hann eisini við einum orði steðga øllum, eins og hann við einum orði skapti alt, sum er til.
Kortini er hesin tanki ikki ræðandi, tí hann er tann sami, sum í sínum ósigandi kærleika gav sítt egna lív fyri at bjarga okkum. So vit skuldu vera frí frá træl­dóminum undir syndini og deyðanum og ístaðin vera hansara kæru børn um allar ævir.
So satt vit trúgva á hann, er alt hetta veruleiki um okkum. "Tann, sum hevur son­in, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guds son, hevur ikki lívið". So einfalt er tað. So fantastiskt er tað. So álv-ar­s­ligt er tað.
Hann heldur allari tilveruni uppi. Hann heldur eisini tær í síni hond. At tosa við hann er at nema við ta hondina, sum nemur við heimin. At líta seg í hansara hendur held­ur í øllum lívsins ódnum.
Tí er als einki at óttast, so satt tú hoyrir honum til! Hev­ur tú takkað Gudi fyri tað í dag?