Uttan fyri fleiri kirkjur í Avstralia hava fólk sett eitt skelti, sum eggjar avstraliumonnum at biðja fyri yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden. Á skeltinum stendur "Jesus Loves Osama" (Jesus elskar Osama). Tey, sum hava sett skeltini uttan fyri kirkjurnar, vísa á, at sambært Bíbliuni segði Jesus, at vit skulu elska okkara fíggindar, og tá Osama bin Laden er okkara fíggindi, eiga vit at elska hann og at biðja fyri honum, siga tey. John Howard, forsætisráðharri, sigur, at hóast tað kristna grundarlagið undir tekstinum er í lagi, munnu nógvir avstraliumenn biðja fyri onkrum øðrum enn Osama bin Laden.