Jessy Dixon í kvøld


 

Í kvøld er høvi at hoyra Jessy Dixon í Norðurlandahúsinum. Fyrstu ferðina, eg varnaðist henda sangara, var á eini plátu hjá Paul Simon í 1974. Plátan er ein konsertupptøka, har umframt The Jessy Dixon Singers, eisini Suðuramerikanski bókurin Urubamba medvirkar. ?Live Rhymin?? er heitið á plátuni, sum CBS gav út.

Jessy Dixon og hansara sangarar framføra á hesi plátu ?Jesus is the answer? hjá Andrae Crouch. Eksalteraður, ektaður gospelsangur, sum var tað í eini kirkju í Harlem. Langt frá hvítu skandinavisku traditiónunum, sum ofta ger seg galdandi á hesum øki.

Kendi gospelsangarin Andrae Crouch var á Gospelfestivalinum í 1997. ?Tað er nokk tað størsta tiltakið, sum Føroya Gospeltónleikarafelag hevur sett sær fyri?, sigur Vinjard Johansen, sum er formaður.?So nú er langt síðani at ein kendur gospelsangari hevur verið í Føroyum?, heldur hann fram. Vinjard væntar, at tey, ið leita sær niðan í Norðurlandahúsið í kvøld, fáa eitt upplivilsi fyri lívið.

Við á konsertini hjá Jessy Dixon verða eisini Siloakórið, VOX og United Voices. Tilsamans eini 80 føroyskar røddir afturat kenda, svarta amerikumanninum og klaverleikara hansara.