Jesse Jackson innlagdur við koronu

Jesse Jackson stóð undir liðini á Martini Luther King, tá hesin varð skotin og dripin í 1968.

Presturin og mannarættindastríðsmaðurin, 79 ára gamli, Jesse Jackson og 77 ára gamla kona hansara, Jacqueline Jackson, eru bæði sambært tíðindastovuni AP innløgd á sjúkrahús við covid-19.

 

Tíðindastovan skrivar, at Jesse Jackson fekk sítt fyrsta prik við koppingarheilivági í januar mánaði í ár. AP veit at siga, at hjúnini nú fáa viðgerð á Northwestern Memorial Hospital í Chicago.

 

- Læknarnir fylgja við gongdini hjá Jesse Jackson og Jacqueline Jackson, skrivar ein sonur teirra sambært tíðindastovuni.

 

Jesse Jackson stóð undir liðini á Martini Luther King, tá hesin varð skotin og dripin í 1968, og hann hevur sambært AP verið ein stríðsmaður fyri rættindunum hjá teimum littu í USA.

 

Í 1984 og 1988 royndi hann at gerast forsetavalevni fyri demokratiska flokkin í USA, men tað eydnaðist honum ikki. Í 2017 upplýsti Jesse Jackson, at hann hevði fingið Parkinson-sjúku.