Tað var avgreiðsluspurningur, tá ið meistararnir í Klaksvík høvdu vitjan av uppflytarunum av Argjum.
KÍ vann 6-1 eftir 4-1 í fyrra hálvleiki. Heimaliðið var alla tíðina greitt omaná, og KÍ svam í málmøguleikum.
KÍ málverjin sást at vera ógvuliga illa nøgdur, tá ið Teitur D. Olsen stutt undan steðginum og við rimmar langskoti minkaði um munin til 4-1. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur, sum í ár er skorað ímóti KÍ.
Tað er heilt stór kapping um plássini á meistaraliðnum. Í dag var Dmytro Lytvyn í miðverjuni saman við Odmar Færø. René Shaki Joensen var á beinkinum, men hann varð skiftur inn longu í 21. minutti, tá ið vongverjin í vinstru Patrick Da Silva noyddist av vøllinum.
Páll A. Klettskarð er metmaður í málum í Klaksvík, og í dag skoraði hann tvey mál. Jonn Johannesen, sum hevur verið nógv skaðadarvaður, var millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði við at skora tvey mál.
Mads Bo Mikkelsen og Jóannes Bjartalíð vóru eyðsýndir á miðvøllinum, og teir skoraðu eitt mál í part.











