KÍ hevur gjørt sáttmála við 29 ára gamla Jesper Brinck, skrivar heimasíðan hjá felagnum. Hann kemur til felagið frá Brabrand, har hann hevur spælt síðani 2012. Brabrand spælir í triðbestu deildini í Danmark.
Heimasíðan hjá KÍ skrivar millum annað, at Jesper Brinck hevur verið liðskipari hjá felagnum seinnu árini. Hann var í oktober og hugdi at umstøðunum í felagnum. Eisini verður sagt, at hann kemur til landið um miðjan januar, har hann byrjar at venja saman við restini av hópinum.
KÍ hevur longu gjørt nakrar broytingar í hópinum í ár. Undan kappingarenda var sáttmálin við Predrag Pocuca og Ronni Møller-Iversen uppsagdur, meðan Páll A Klettskarð er farin til Italia at spæla við US Breno í Seriu 5. Í hansara stað er komin Patrik Johannesen.
Felagið hevur síðani longt við útlendsku profilarnar, Deni Pavlovic og Samir Hadzibulic, meðan støðan er ivasom við Hørði Askham, sum ikki hevur tikið støðu enn til komandi kappingarár.










