Jesper heldur fram í Klaksvík

KÍ og danski verjuspælarin Jesper Brinck hava skrivað undir nýggjan sáttmála

Tað er nú greitt, at danski Jesper Brinck eisini í 2022 fer at umboða KÍ. Tað skrivar KÍ í kvøld á heima­­­­síðu síni.

 

Jesper Brinck kom til Klaksvíkar undan kappingini í 2019. Fyrsta árið var hann fastur miðverji, meðan hann í fjør ofta var vongverji og í ár hevur hann mest sum verið fastur vongverji í vinstru.

 

32 ára gamli Jesper Brinck spældi við Brabrand, áðrenn hann flutti til Klaksvíkar.

 

Jesper Brinck hevur sambært faroesoccer.com spælt 63 dystir í bestu landskappingini, fimm dystir í steypakappingini, 11 dystir í Europa og ein dyst í kappingini um stórsteypið ella tilsaman 80 dystir umframt seks dystir í næstbestu deildini.

 

KÍ veit at siga, at Jesper Brinck hevur verið liðformaður í einum dyst í ár, og at hann eisini næsta ár fer at vera partur av liðformannabólkinum.